Mynd: EPA

Trý av teimum særdu vóru børn

Jens Hákun Leo

08.04.2017 - 10:25

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Av teimum í alt fimtan, sum vórðu særd í sambandi við yvirgangsálopið í Stokkhólmi í gjár, tá ið ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum, vóru trý teirra børn.

Harav er eitt av teimum framvegis innlagt á einum sjúkrahúsi í býnum, og er støðan hjá tí sera álvarsom, siga svenskir miðlar.

Níggju av teimum fimtan, sum vórðu innløgd, eru enn ikki útskrivað, meðan hini seks vórðu útskrivað í nátt.

Fýra fólk lótu lív undir yvirgangsálopinum í gjár.

Svenskir miðlar føra fram, at fólk í hópatali lupu undan lastbilinum, so at hann ikki koyrdi á tey, og at hann megnaði at koyra fleiri hundrað metrar, áðrenn hann at enda rendi inn í handilsmiðstøðina Åhlén.

Svenska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava framt álopið. Fleiri svenskir miðlar vilja vera, hóast hetta enn ikki er váttað frá almennari síðu, at handtikni maðurin er av usbekiskum uppruna.