Mynd: EPA

Trý fólk latið lív í skotatsókn í München

Sverri Egholm

22.07.2016 - 18:16

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Tað er rok í týska býnum München í kvøld.

Sambært týskum miðlum hevur innanríkismálaráðharrin váttað, at trý fólk eru deyð í einari sølumiðstøð í býnum í einari skotatsókn. Boð eru eisini um at fleiri skotatsóknir hava verið aðrastaðni í býnum.

Sambært danska TV2 eru stórar politiatsóknir í gongd við tyrlum yvir Olympia sølumiðstøðini, har hendan eina hendingin fór fram.

Týska avísin Münchener Merkur sigur seg hava tosað við eitt starvsfólk í sølumiðstøðini og tað greiðir frá, at ein maður kom inn á sølumiðstøðina og byrjaði at skjóta frá hond.

Løgreglan hevur ongan tikið í málinum enn, og illgruni er um, at talan er um fleiri gerningsmenn.