Mynd: The Irish Times

Trý fólk latið lív og 330.000 uttan streym

Sverri Egholm

16.10.2017 - 21:31

Tíðindi > Veðrið

Tríggir persónar hava latið lív í Írlandi, og 330.000 fólk hava ongan streym eftir, at ódnin Ophelia hevur rakt bretsku oyggjarnar.

Fólkið eru biðin um at halda seg innandura meðan ringasta ódnin í 50 ár fer framvið.

Stórt sæð alt Írland hevur verið rakt av streymsliti. Áðrenn dagurin er liðugur, verður væntað, at 450.000 fólk ongan streym hava.

Flestu húsarhald hava streym aftur innan tríggjar til fýra dagar, men umleið 5 prosent kunnu vænta at vera uttan streym í meira enn tíggju dagar, sigur streymveitarin ESB sambært írska kringvarpinum RTÉ.

Í løtuni verður arbeitt at fáa streym til øll sjúkrahús fyrst og fremst. Síðani kemur undstøðukervi, skíular, vatnverk og samskifti, sigur ESB.

Óvanlig ódn
Ódnin Ophelia er heldur óvanlig, tí vanliga kom slíkar frá karibiska havinum og inn yvir Atlantshavið. Hendan er farin í ein landnyrðing móti Asorunum og til Evropa. Væntandi fella 50-70 millimetrar av regni í Írlandi og Skotlandi millum mánadag og týsdag, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Tá Ophelia er farin framvið, liggur eitt nýtt djúpt lágtrýst klárt við meira vindi og meira regni.

Vindstøðir í Írlandi hava í dag mált hvirlur upp í 176 km/t, sum er umleið 49 metrar um sekundið, og ávarað verður um vandan fyri yvirflóð. Tað er eisini galdandi fyri fleiri støð í Englandi og Skotlandi.

Almennar tænastur sum tok og bussar standa still og nógvir vegir eru stongdir, skrivar The Irish Times sambært dr.dk.

Les eisini: Ódnin Ophelia fer suður um Føroyar