Trý føroysk gull fyrsta dagin

Ingi Samuelsen

29.06.2015 - 06:37

Ítróttur > Ítróttur > Skjóting

Skjótikappingarnar á oyggjaleikunum savna ikki eins nógvan áhuga, sum aðrar ítróttagreinar, eitt nú triathlon, har fleiri túsund áskoðarar vóru í gjár.

Men meðan stórur hópur heiðraði Karinu Ottosen fyri gullið í triathlon, vóru tað eisini tveir aðrir føroyingar, sum fingu gull. Nærum uttan at nakar beit merki í tað, heldur ikki fyrireikararnir, tí heldur ikki á almennu heimasíðuni hjá oyggjaleikunum er tað enn skrásett, at Føroyar vunnu gull í liðskjótingini í skeet.

Men ein sannroynd er tað so, at teir báðir, Sámal Eyðstein Debes og Marius F. Joensen, tryggjaðu Føroyum gull í skjóting á fyrsta degnum undir oyggjaleikum.

Portalurin ynskir teimum báðum hjartaliga til lukku.