Tessa Virtue og Scott Moir (Mynd: EPA)

Trý heimsmet sett á ísinum

Ari av Rana

20.02.2018 - 10:43

Ítróttur >

Kanada vísti serklassa, tá landið megnaði at vinna OL-gull í listskoyting í nátt.

Heili tríggjar ferðir varð heimsmetið tikið, tá kanadaiska parið, Tessa Virtue og Scott Moir, vórðu undir hørðum trýsti frá fronsku Gabriella Papadakis og Guillaume Cizeron.

Franska parið lá bert 1,74 stig aftanfyri kanadaiska parið áðrenn kappingina í nátt, hóast eitt hóp hendi, har kjólin hjá Gabriellu fór upp og avdúkaði hennara bróst.

Men í nátt hendi einki slíkt, tá franska parið, sum tað næst seinasta á ísinum, dansaði seg til 123,35 stig og nýtt heimsmet í fría programminum. Teirra samlaði stigatal gjørdist harvið 205,28 stig fyri tað stutta og fría programmi, og hetta var eisini nýtt heimsmet.

Papadakis og Cizeron kundi njóta at verða heimsmeistarar í nakrar minuttir, tí at næsta par á ísinum vóru kanadisku Tessa Virtue og Scott Moir. Hesi gjørdu ikki mætari enn at dansa seg til 122,40 stig, og settu tí heimsmet í samanlagda stigatalinum við 206,07 stigum.

Heimsmetið í fría programminum var tó verandi hjá franska parinum, skrivar DR.

Við sigrinum gjørdist kanadiska parið mesta sigrandi parið í listskoyting í Vetrar-OL nakrantíð við trimum gull- og tveimum silvurheiðursmerkjum.