Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF

Trý mál, tríggir málskjúttar

Innsent

25.03.2018 - 21:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska liðið var við greiðan yvirluta gjøgnum so at siga allan dystin, og eftir 11 minuttir legði Kaj Leo í Bartalsstovu Føroyar á odda 1-0. Málið var hitt fyrsta hjá Kaj Leo á A-landsliðnum, og uppspælið passaði kvika miðvallaranum væl.

- Skjótt spæl við kvikum avleveringum riggar væl til mín, og tá eg sá møguleikan fyri at skjóta, gjørdi eg mær ómak fyri at halda bóltinum niðri og plasera hann so langt úti við stongina sum gjørligt. Kenslan var fantastisk, tá eg sá, at málverjin ikki fór at røkka bóltinum, sigur Kaj Leo við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt at skjóta fyrsta málið, átti Kaj Leo í Bartalsstovu eisini næstseinasta fót á bóltinum, tá Brandur H. Olsen skoraði til 2-0 tíggju minuttir fyri leiklok.

Kaj Leo fekk bóltin sendandi tvørturum frá Klæmint A. Olsen, og spældi hann útfrá til Brand, sum setti bóltið í netið.

- Eg umhugsaði at skjóta sjálvur, men eg sá og hoyrdi, at Brandur kom við høgari ferð og var í betri skotstøðu enn eg sjálvur, so har var eitt at gera, nemliga at trilla hann spakuliga fyri føturnar á honum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.

Málið til 3-0 kom stutt fyri leiklok, tá Sonni Ragnar Nattestad var hægstur eftir hornaspark.

- Øll trý málini vóru góð og væl spæld, haldi eg og so var tað sjálvandi fantastiskt at enda venjingarleguna við einum greiðum sigri, har vit í góðum løtum spældu tað spælið, sum vit gjarna vilja, sigur Kaj Leo, sum samanumtikið er væl nøgdur við venjingarleguna í Marbella, sum nú er av.

- Vit hava fingið vant og spælt nógv saman, og tað leggur eitt gott grundarlag fyri teimum dystunum, sum vit skulu spæla seinni í ár, sigur miðvallarin at enda.

Komandi avbjóðingarnar hjá A-landsliðnum verða dystirnir í UEFA Nations League, har Føroyar eru í bólki saman við Kosovo, Malta og Aserbadjan.

Fyrstu dysturin er á heimavølli móti Malta fríggjadagin 7. september.

Síggj øll trý málini her (kvf.fo)