Mynd: Sverri Egholm

Trý stig á bítandi køldum Tórsvølli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.10.2017 - 19:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Síðst teir spældu á Tórsvølli fyri einum mánaða síðani fingu teir bank frá Danmark, men hesaferð gekk betri.

Í kvøld vann føroyska U21 landsliðið 3-1 á Georgia. Hóast tað var bítandi kalt fyri okkum áskoðarar, so gjørdu leikararnir sítt til, at vit fingu ein undirhaldandi dyst - um ikki annað í fyrra hálvleiki.

Tað var Georgia, sum legði best út, men føroysku leikararnir vóru effektivari. Tá 22 minuttir vóru leiktir fekk Meinhard Egilson Olsen fatur á bóltinum í brotsteiginum hjá Georgia, og fekk hann inn um málverjan.

Men tað steðgaði ikki her. Jákup Vatnahamar økti løtu seinni til støðuna 2-0. Men ein góðan minutt aftaná komu georgiar inn aftur í dystin við føroyskum sjálvmáli. Sera óheppið hjá Teiti Jacobsen.

Hann gjørdi tað gott aftur góðar tíggju minuttir seinni tá hann skoraði til 3-1.

Einki mál kom í seinna hálvleiki, hóast Georgia trýsti. Føroyska liðið hevði ikki stórvegis møguleikar í seinna hálvleiki og fekk ikki spælið at koyra á sama hátt, sum í fyrra hálvleiki.

10. november spæla teir aftur á Tórsvølli, tá Pólland er á vitjan.

Føroyar - Georgia (3-1)
Meinhard Olsen 1-0
Jákup Thomsen 2-0
Teit Jacobsen 2-1 sjálvmál
Teit Jacobsen 3-1

Sí eisini: Myndir: Føroyar - Georgia