(Mynd: Wivika Tjaldrastein Strøm)

Trygdargeirin á 300 metrar verður galdandi í alla nátt

Sverri Egholm

09.06.2017 - 22:36

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Greitt er, at spreingingarvandin er av, men enn eru lekar á ammoniakkskipanini, sum tó eru undir kontrol.

Trygdargeirin á 300 metrar, verður varðveittur í hvussu er til í morgin árini, so fólk skulu ikki vænta at hetta broytist í nátt. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna í einari fráboðan í kvøld.

- Tað vil siga, at tey, ið búgva innanfyri ein radius av 300 metrar, mugu finna sær annað stað at yvirnátta. Á viðfesta korti sæst, um tín bústaður er umfataður á av hesum. Átaksleiðararnir siga, at hava fólk tørv á at sleppa heim eftir onkrum neyðugum, so ber hetta til, men heitt verður á fólk um at sleppa sær úr økinum aftur beinanvegin.

- Tey, ið hava tørv á at koyra útum trygdargeiran, kunnu gera hetta við at nýta Sjúkrahúsbrekkuna og harvið ovara veg, framvið Tvøroyrar Kirkju. Tað verður staðiliga heitt á fólk um at virða boðini frá myndugleikinum, um at halda seg uttanfyri trygdargeiran, til nærri kunning er komin.

- Takk fyri innsatsin
Kommunan takkar øllum fyri ein góða hjálp í dag. Bæði sløkkilið og løgreglu, men eisini MRCC og teimum ymisku, sum hava bjóða mat og høli til.

- Tvøroyrar Kommuna takkar hjartaliga fyri tann fantastiska innsatsin sløkkilið, bjargingarfeløg, politiið, tilbúgvingarskip, tyrla, sjúkrahús og MRCC hava lagt fyri dagin. Ein hjartans tøkk skal eisini fara til suðuroyingar sum heild, ið hava tikið lógvatak saman! Tað er einastandandi at síggja, hvussu hjálpsom fólk hava verið, úr einum enda av oynni til annan. Allastaðni hava dyr staðið opnar og eingin hevur manglað nakað. Kantinan í Ítróttarhøllini í Trongisvági, v. Anitu Farstad, hevur staðið fyri einum einastandandi avriki í dag, miðnámsskúlin í Hovi, v. Eyðstein Lyngvej somuleiðis, Hvalbiar Skúli, Royn Høllin, Suðuroyar Sjúkrahús, Matstovan hjá Randi, Coma Pack og allar kommunurnar í Suðuroynni – vónandi hava vit ikki gloymt nakran, øll hesi hava gjørt sítt allarbesta og eru vit ótrúliga takksom fyri tað. Skúlar, lærarar og foreldur eiga eisini stórt rós uppiborið fyri tilbúgvingar og hjálpsemi – hetta hevur alt at týða í einari neyðstøðu.

- Er onkur, ið hevur tørv á sálarfrøðingi, so ber hetta eisini til, við at venda sær til eitt av niðanfyristandandi telefonnumrum.

- Beinanvegin trygdargeirin verður minkaður, geva vit boð frá okkum.

Fólk, ið hava tørv á innivist, fáa hjálp til hetta frá Tvøroyrar Kommunu. Til ber at ringja á eitt av niðanfyristandandi numrum, har starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu vilja gera tað, tey kunnu fyri at hjálpa:

Póla Strøm, kunningarleiðari +298 284480
Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk +298 214614
Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri +298 221091