Uummannaq (Mynd: Sermitsiaq / Leiff Josefsen)

Tryggja bústað til tey, ið vórðu rakt av flóðalduni

Ingi Samuelsen

06.02.2018 - 12:51

Tíðindi > Grønland

Grønlendska Avannaata kommuna hevur samtykt eina lendisætlan, ið tryggjar borgarunum í bygdunum Nuugaatsiaq og Illorsuit fyrsta rætt til grundstykkini, sum nú verða stykkjað út í útnyðringspartinum av Uummannaq.

Talan eru um borgararnar, ið vórðu fluttir burtur eftir at flóðalda rakti bygdirnar Nuugaatsiaq og Illorsuit í Karrat fjørðinum og gjørdi, at ikki varð búgvandi har.

Sermitsiaq skrivar at borgararnir úr hesum bygdum kunnu síggja fram til at flyta inn í nýggj hús í Uummannaq, um ætlanin hjá kommuni heldur. Talan er at byggja yvir 30 nýggj hús, sum helst skulu vera innflytingarklár innan jól.

Sambært kommunini fer endurhýsingin av borgarunum fram í nýggjum alment fíggjaðum bústøðum við spæliplássi til børnini, men eisini við møguleika hjá fiski- og veiðifólki at hava sína útgerð. Talan verður um bæði einfamiljuhús og raðhús, skrivar Sermitsiaq.