Trygvi Mortensen (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/Jn.fo)

Trygvi Mortensen farin frá sum venjari hjá 07 Vestur

Sverri Egholm

21.09.2017 - 19:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

07 Vestur og Trygvi Mortensen eru vorðin samt um at steðga við samstarvinum frá í dag at rokna.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo í kvøld.

Sigtór Petersen, sum seinastu tíðina hevur verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur, tekur yvir.

Tað verður ikki bara sum at siga tað hjá 07 Vestur, at yvirliva í bestu deildini. Seks stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, og vónin hvarv helst eitt sindur tá liðið tapti 3-0 móti EB/Streymi í gjár, sum eisini stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.

Tólv stig eru eftir at spæla um, og 07 Vestur hevur dystir móti B36, NSÍ, TB/FCS/Royn og ÍF, og tí verður sera trupult at fáa fulla úrtøku.