Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Trýkantsdrama møguliga atvoldin til øksarmálið

Jens Hákun Leo

12.06.2018 - 12:42

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Í Føroya Rætti í dag kom fram, at skeldaríið, sum endaði við, at øks varð havd á lofti úti á gøtuni við vegamótinum Íslandsvegnum-Landavegnun tann 6. mai í fjør, møguliga hevði sín uppruna í einari samrøðu um eitt sonevnt trýkantsdrama.

Nevningatingið ynskti at fáa greiði á, hvør tann eini persónurin var, sum hevði verið umrøddur av tí yngra ákærda í øksarmálinum í síðstu viku.

Tann yngri ákærdi kom tá aftur fram fyri rættin og greiddi frá, at hesin umrøddi persónurin var ein, sum var farin avstað við unnustuni hjá tí eina manninum, sum hevði verið í ballinum hetta lagnukvøldið í mai í fjør.

Hesin síðstnevndi maðurin vitnaði í Føroya Rætti í gjár, men heldur ikki tá kom nakað fram um hesi viðurskifti.

Høvdu spilt vinmann hjá órættaða út
Hesi viðurskifti vórðu hinvegin eftir øllum at døma tikin upp til umrøðu í ballinum á Íslandsvegnum, eftir at tann órættaði var komin í ballið seint út á kvøldið.

Tann órættaði og hesin maðurin, sum var farin avstað við dámuni hjá vinmanninum hjá tí ákærda, kendust væl, sum skilst á lagnum, og lagt varð hálvumvegna upp til í rættinum, at tað var, tá fólk byrjaðu at tosa neiligt um tann, sum var farin avstað við dámuni, at sinnið fór í kók hjá tí órættaða, og at hann langaði nevin í borðið, so at øl fór á gólvið – og at eitt leiddi til eitt annað.

Og sum at enda gjørdist til Øksarmálið.

Tann órættaði førdi fram í Føroya Rætti í gjár, at hann varð illur, tá hini í ballinum tosaðu neiligt um ein annan persón, og at hann tá ikki longur hevði hug at vera verðandi í ballinum. Hann langaði tá nevan í borðið:

”Eg kom til at stoyta øl á gólvið av óvart og bað um orsaka og gav honum (tí yngra ákærda) 200 krónur. Eg vildi sleppa út harfrá og oman aftur í Glitnir, tí tey blivu við at tosa ringt um ein, sum eg kenni. So fór eg út, og hann (tann yngri ákærdi) kom aftaná mær og royndi at fáa meg innaftur”, greiddi hann órættaði víðari frá um tilgongdina, sum førdi til, at teir ákærdu skulu hava lopið á hann.

”Hann (tann yngri ákærdi) leyp so á meg og lá omaná mær og helt mær niðri. Eg sá tá hin (tann eldra) koma við øksini og rópti á hann um for helviti at sleppa mær, tí eg vildi sleppa vekk harfrá”, vísti tann órættaði á í rættinum í gjár.

Tríggir løgreglumenn í rættinum í dag
Tríggir løgreglumenn hava annars verið í rættinum higartil í dag og greitt frá ymsum viðurskiftum málinum viðvíkjandi. Harumframt hevur eitt annað vitni – ein ung kvinna – verið í rættinum og greitt frá einari hending í miðbýnum í Havn í mars 2015, sum hevði við sær, at tann yngri ákærdi í Øksarmálinum varð handtikin og dømdur fyri grovan harðskap – fyri at hava stungið ein annan mann í ryggin.

Dómurin í Øksarmálinum fellur væntandi fríggjadagin. Tað er eitt nevningating við 12 fólkum, ið skal taka støðu í málinum.

Les eisini: Søgdu við álopna mannin: Tú hevur fortjent at doyggja