(Mynd: EPA)

Trýst á sponsku markastikini í Norðurafrika

Ingi Samuelsen

17.02.2017 - 13:42

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Tað eydnaðist í dag umleið 500 migrantum at koma yvir markið til Spania úr Marokko, skrivar spanska heimaverjan á Twitter í dag.

Fleiri migrantar særdust í royndini at koma yvir markið til spanska innlendisøkið Ceuta við norðurafrikansku strondina, vátta markavørðar fyri fronsku tíðindastovuni AFP.

Eisini løgreglufólk fingu skaða, tá fólkini royndu at koma upp um seks metra høga píkatráðsbrynjaða stikið.

Beint eftir ársskiftið eydnaðist tað 1.000 fólkum at klíva upp á girðingina, men hesi vórðu noydd niðuraftur við hjálp av kranum, skrivar tíðindastovan.

Spania eigur tvey landaøki í Marokko. Tey eru Ceuta og Melilla.

Flóttafólk úr Afrika royna ofta at finna sær veg til hesi sponsku økini í royndini at koma til Evropa. Antin við at klíva upp um girðingarnar ella eisini royna tey at svimja fram við strondini.

Mannarættindafelagsskapir hava haft at Spania fyri at senda migrantarnar, ið eru komnir til økini, beinleiðis aftur til Marokko. Bólkarnir siga, at Spania á henda hátt frátekur teimum rættin til at søkja um friðskjól.

Í desember eydnaðist tað umleið 400 fólkum at koma um stikið til Ceuta.

Migrantar brúka eisini aðrar vegir fyri at koma til Evropa. Seinastu árini er Libya nógv brúkt í hesi royndini. Haðani eru migrantarnir farnir á vandafullar sjóferðir yvir Miðjarðarhav í royndini at koma til Italia.