Tú leitar - nýggj føroysk fløga



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.04.2018 - 15:32

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í hesi vikuni, kemur út ein nýggj andalig fløga undir heitinum Tú Leitar.

Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon er ókeypis og kemur sostatt ikki út í nakrar sølubúðir.

Tað er Eyðun Jacobsen sum er stigtakari og samskipari av fløguni.

Fløgan inniheldur 18 skeringar. Sangirnir vera sungnir av ymiskum bólkum og eistaklingum.

Tey sum luttaka á fløguni eru: Ólavur á Váli Olsen, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Petur Hans Hansen, Terje B Vestergaard, Tóra við Keldu, Oasubrøður, Hervør Sabina á Torkilsheyggi, Bill Justinussen, Pauli Høj, Torkil Mørkøre, Kristina N Hansen, Eyðun Jacobsen, Blátt Gras, Lisa Frederiksberg, Zamar, Vitin og Magni Cristiansen.

Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC í USA, meðan røddirnar eru innsungnar í Føroyum.

Í samband við fløguútgávuna, verður ein útgávuløta í Kelduni, Skálabotni, sunnukvøldið 15 apríl, har fleiri av teimum sum eru við á fløguni koma at luttaka.