Savnsmynd

Beint nú: - Tú, nú loysti Smyril

Snorri Brend

25.09.2014 - 13:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Tað vóru fleiri suðringar, sum gjørdust illa við, tá skiparin umborð boðaði frá, at Smyril ikki slapp frá bryggju sum ætlað í morgun.

Ferðafólkini fingu longu áðrenn fráferð at vita, at okkurt var áfatt við motorunum, sum ikki vildu starta.

Og um hálvgumátta-tíðina boðaði skiparin aftur frá, at fólk máttu bara geva tol, tí okkurt tekniskt brek var í maskinrúminum.

Ístaðin bjóðaðu teir fólki ókeypis kaffi. Hetta tóku fólk sum vera man av.

- Vit vita bara her umborð á Smyrli og práta, - ja, og hugna okkum hóast alt, segði eitt av ferðafólkunum, Lena Askham, tá Portalurin tosaði við hana.

Hon var á veg norðureftir, saman við einum hópi av fólki sum skuldu til arbeiðis, í skúla ella í øðrum ørindum.

- Tú, ... nú loysti hann frá landi, segði hon mitt undir prátinum.

Hann er vestan í ættini, og tí fáa ferðafólkini – hóast seinkingina – helst ein góðan túr um Suðuroyarfjørð.


Beint nú er Smyril á veg út úr Trongsivágsfirði, og snarar síðani norðuryvir við kós móti Havnini - ein góðan tíma seinkaður.