Tummas Eliasen nevndarformaður í Landsbankanum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.02.2017 - 13:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fíggjarpolitikkur

Nevndin í Landsbanka Føroya hevði sín fyrsta fund í gjár, har nevndin var fullmannað. Nevndin skipaði seg við Tummas Eliasen, sum formanni og Jan Otto Holm sum næstformanni.

Sostatt gjørdist maðurin, sum upprunaliga varð innstillaður av Kommunufelagnum sum eykalimur, valdur í ovasts sessin eftir at innstillingin av Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra á Tvøroyri, ikki varð góðtikin vegna vantandi búskaparligar førleikar.

Umframt Tummas Eliasen, sum er útbúgvin scient pol og Jan Otto Holm, sum er útbúgvin cand. merc. eru hini í nevndini: Mathea Hilduberg, cand merc, Edvard Heen, cand econ, Kristoffur Laksá, stjórmálafrøðingur, Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur og Zvonko Mrdalo, phd í búskaparfrøði

Ein tann fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at lýsa eftir og seta stjóra fyri Landsbankan.