Tummas hevur keypt Kent úr 62°N



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

08.08.2014 - 20:28

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Tummas Christophersen hevur keypt allan partapeningin í 62°N, og Heidi Petersen hevur tikið við sum stjóri í fyritøkuni. Hetta boðar fyritøkan frá í einum tíðindaskrivi seinnapartin.

62°N er ferðaskrivstova, ið umsitur uttanlandsferðir, ferðum inn í landið, bilaleigu og avgreiðslu av flogførum á flogvøllinum í Vágum. Fyrrverandi stjórin, Kent Christensen, hevur átt felagið saman við Tummasi Christophersen síðan 2007, tá teir keyptu Flogfelag Føroya og góvu tí nýggja navnið, 62°N.

– Vit standa fyri stórum og spennandi avbjóðingum, serliga á incoming-økinum, við alsamt vaksandi ferðafólkatali í Føroyum. Nýggja strategiin hjá Atlantic Airways, har man styrkir sambandið til Íslands, Noreg og Skottlands, halda vit fer at vera viðvirkandi til at økja um ferðafólkatalið inn í landið. Hetta, saman við teimum góðu ferðamøguleikunum hjá føroyingum at koma beinleiðis úr Føroyum til sól og summar, til Barcelona og strendurnar kring býin, og nú eisini frá komandi summarið á Mallorca ger, at ferðavinnan hevur nógv at bjóða, greiðir Heidi Petersen frá.

62°N er elsta ferðaskrivstova í landinum. Flogfelag Føroya, sum fyritøkan tá æt, fekk í lag fyrstu føstu flogruturnar til Føroya.