Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Tuneq fingið eina ordiliga yvirháling



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

22.05.2018 - 19:55

Tíðindi >

- Yvirhálingin er stór, men kundi saktans verið størri, tí skipið er gamalt.

- Nú ganga tað umleið einar tvær vikur afturat áðrenn vit verða klárir at fara til fiskiskap, sigur skiparin Kári Petersen, sum er til vinstru á myndini omanfyri.

Í fleiri mánaðir hevur grønlendski pelagiski trolarin Tuneq ligið á Skála. Har hevur skipasmiðjan Mest klassað skipið, yvirhála høvuðsmotorin og aksilgeneratorin, samstundis sum ein nýggjur ljósmotorur er settur í. Harafturat eru tangarnir uppussaðir og ymiskt annað viðlíkahaldsarbeiði gjørt.

Tuneq er fyrrverandi íslendska Helga II og er bygd í 1988. Seinni er skipið forlongt og umbygt nógv.

Síðstu árini hevur Royal Greenland átt skipið, sum vanliga samtrolar við Tasiilaq, sum sama felag eigur.

Teir royna eftir makreli og sild summarmánaðirnar í Eysturgrønlandi. Tasilaq tekur fiskin inn, hagreiðir og frystir hann.

Níggju mans mannað Tuneq og teir eru bæði grønlendingar og føroyingar.

Í dag skuldu teir út at royna høvuðsmotorin og annað.