Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Tunlar norð um fjall av ongum hesa ferð

Sverri Egholm

21.04.2018 - 02:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Klokkan hálvgun eitt fór tingið í holt við aðru viðgerð av uppskotinum at framskunda tunlarnar norð um fjall. Rættiliga skjótt gjørdist greitt, at uppskotið ikki fór at verða samtykt, tí Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð úr samgonguni boðaðu frá, at tey ikki fóru at taka undir við uppskotinum.

Tey fóru at leggja sítt álit á løgmann, sum í næstum fer at kalla inn til fundar um raðfesting av tunnilsverkætlanum. Hetta var eisini nakað sum Kristin Michelsen, formaður í rættarnevndini, sum hevur viðgjørt málið, mældi løgmanni at gera.

Í orðaskiftinum bleiv eisini greitt, at samgongan í 2019 hevur sett tríggjar milliónir av til fyrireiking av tunlunum norð um fjall.

Uppskotið sum andstøðulimir løgdu fram fall við 14 atkvøðum fyri, 15 ímóti og ongari blankari atkvøðu.