Mynd: Sunda kommuna

Tunnilslið hjá Landsverki skal gera tunnil til Tjørnuvíkar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

17.02.2017 - 09:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, hevði í gjár fund við Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um millum annað ferðslutrygdina til Tjørnuvíkar og onnur ferðsluviðurskifti í Sunda kommunu.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu í morgun.

Semja er, sambært Sunda kommunu, um, at tað er átrokandi at fáa ein tunnil gjørdan til Tjørnuvíkar. Verandi farleið er als ikki trygg. Regluliga rapar grót á vegin og er hetta til stóran ampa fyri tey, sum dagliga nýta hesa farleið. 

So seint sum á jólum mundi enda heilt galið, tá grót rapaði á ein bil, skrivar Sunda kommuna, vísandi á í kjalarvørrinum av hesum, at "landsstýrismaðurin arbeiðir við at fáa gjørt eitt tunnilslið hjá Landsverki, sum kann arbeiða við at gera tunlar til smærru bygdirnar í Føroyum". 

Tunnilin til Tjørnuvíkar er, sambært Sunda kommunu, ímillum teir fyrstu, sum hetta tunnilsliðið eftir ætlan skal fara í gongd við.

Eftir fundin á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka fóru borgarstjórin og landsstýrismaðurin norður til Tjørnuvíkar at hyggja at umstøðunum.