Tunnusláttur við donsku sjóverjuni sunnudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.02.2018 - 20:11

Mentan > Suðuroy - Tvøroyri

Árliga, afturvendandi tiltakið á Tvøroyri, ið børnunum dámar so sera væl, verður nú sunnudagin 11. februar.

Tað er sjálvandi tunnuslátturin, ið danska sjóverjan skipar fyri, ið vit tosa um. Hesaferð er tað manningin á spildurnýggja skipinum Lauge Koch, ið stendur fyri tiltakinum. Lauge Koch varð sjósett í 2016.

Manningin gleðir seg til at fáa vitjan av børnunum og at síggja hvussu flott, grýluklødd tey eru. Vit heita á fólk um at kanna veðurvánirnar og at lata børnini væl í – tað kann gerast kalt á dekkinum.

Tvøroyrar Kommuna er donsku sjóverjuni sera takksom fyri, at hon er við til at gera føstulávint til nakað heilt serligt hjá okkara børnum og vónað verður, at tiltakið verður eins væl vitjað sum undanfarin ár.