Marin Eidesgaard
15.08.2015 - 15:39
Tíðindi > Uttanlands > Annað
Í dag skal Turið Elinborgardóttir umboða Føroyar í kappingini Miss Universe Denmark, ið verður hildin á Bella Sky í Keypmannahavn.
Leygarkvøldið 25. juli varð Turið krúnað sum Miss Universe Føroyar. Hetta varð gjørt í samband við tónleikatiltakið Tórsfest, sum var í miðbýnum í Havn, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, krúnaði hana.
Føroyski sniðgevin Laila av Reyni hevur gjørt kjólar til allar luttakararnar, og í kvøld kunnu øll fylgja við kappingini, sum byrjar kl. 18.00 føroyska tíð, inni á
Youtube.
Vinnur man kappingina Miss Universe Denmark, sleppur man víðari til Miss Universe International.
Tann, ið vinnur, skrivar undir ein sáttmála og skal síðani gera hjálpararbeiði og ymiskt, sum hevur vælgerandi endamál, antin í Danmark ella New York, um man vinnur altjóða kappingina.
Sí nakrar myndir niðanfyri.
Turið í kjólanum frá Lailu av Reyni, sum hon skal í til kappingina í kvøld. Mynd: Facebook
Krúnan, sum Turið fekk 25. juli. Erla Maria/Silvursnið hevur gjørt. Mynd: Facebook
Allir luttakararnir til Miss Universe Denmark í kjólum frá Lailu av Reynu, sniðgeva.