Turkaland: Erdogan reinsar út

Ingi Samuelsen

17.08.2016 - 10:25

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Turkiska stjórnin hevur í dag boðað frá, at fleiri túsund løgreglufólk, herfólk, og starvsfólk í teleídnaðinum verða koyrd úr starvi.

Reuters tíðindastovan skrivar, at talan er um avleiðingar av miseydnaða kvettroyndinum í farna mánaði.

Tilsamans 2.000 løgreglufólk og fleiri hundrað herfólk og starvsfólk í teleídnaðinum hava mist starvið. Frammanundan hevur turkiska stjórnin loyst fleiri túsund øðrum úr starvi. Fólkini verða skuldsett fyri at hava samband við prestin, Fethullah Gülen, sum sambært turkisku stjórnini er heilin aftan fyri miseydnaða kvettið móti Recep Tayyip Erdogan, forseta, 15. juli.

Gülen hevur livað í útlegd í USA síðan 1999, og noktar fyri at hava nakað við kvettroyndina at gera.

Í eini aðrari avgerð frá turkisku stjórnini í dag verður boðað frá, at umleið 38.000 fangar í turkiskum fongslum nú verða latnir leysir undir serligari eftiransingarskipan.

Endamálið er at skapa betri pláss í turkisku fongslunum, sum eru undir hørðum trýsti, nú fleiri tíggjutúsund fólk eru handtikin í samband við kvettið.

Frammanundan hevur stjórnin – við heimild í undantaksstøðuni – givið boð um at steingja fleiri túsund privatskúlar, vælgerðarfelagsskapir og aðrar stovnar, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við Gülen.

Tríggjar mánaða langa undantaksstøðan varð sett í gildi 21. juli. Fleiri tíggjutúsund alment sett fólk eru søgd úr starvi, og yvir 35.000 fólk eru handtikin.

ES-londini og USA ákæra Erdogan fyri at vera í gongd við eina útreinsing av sínum mótstøðufólkum, so at hann kann varðveita sína støðu, sum óreingiligi leiðarin í Turkalandi, skrivar Ritzau.