Mynd: EPA

Turkiski forsætisráðharrin: Vit fara at hevna



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.03.2017 - 12:00

Mentan > Uttanlands > Politikkur

Hollendski staturin hevur noktað turkiska uttanríkisráðharranum, Mevlet Cavusoglu, at lenda í Hollandi. Turkiski familjuráðharrin, Fatma Betul Sayan Kaya valdi tí at koyra úr Týsklandi til Hollands. Eftir at hon var komin, var hon biðin um at fara úr landinum. Nú lovar turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildirim at hetta skal hevnast. Hetta skrivar dr.dk.

Turkaland og Holland klandrast, eftir at tveir turkiskir ráðharrar hava fingið at vita, at teir ikki eru vælkomnir til Hollands at føra valstríð í sambandi við, at turkar skulu atkvøða um stýrisskipanarbroyting.

"Vit hava mótmælt á sterkasta hátt ímóti hesari støðuni, og vit hava kunnað hollendskar myndugleikar um, at vit fara at hevna á harðasta hátt, sigur Binali Yildirim, forsætisráðharri, við Reuters.

16. apríl skulu turkar atkvøða um stýrisskipanarbroytingar. Hesar broytingar kunnu geva Recep Tayyip Erdogan forseta meira vald, skrivar dr.dk.