Mynd: EPA

Turkiskur miðil: Hava funnið kvettleiðaran

Steinar Patursson

18.07.2016 - 18:29

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Turkiskir miðlar boða nú frá, at ovastin fyri turkiska flogvápnið, Akin Ozturk, hevur játtað fyri turkisku myndugleikunum, at hann legði kvettroyndina fríggjadagin til rættis.

Reuters boðaði fyrr í dag frá, at turkiski forsætisráðharrin, Binali Yildirim, hevði sagt Ozturk vera kvettleiðaran, og nú seinnapartin boðar statsrikni turkiski miðilin, Anadolu, frá, at Ozturk hevur játtað seg sekan.

Tveir privatir miðlar siga tó samstundis, at herovastin noktaði seg sekan.

Sambært Anadolu var hann ein av heili 122 herovastum, ið eru afturhildnir.

Samstundis boðar turkiska innlendismálaráðið frá, at næstan 9.000 løgreglumenn eru í dag uppsagdir, tí myndugleikarnir meta, at teir tóku lut í kvettroyndini.