Tururin í Suðurevropa er eisini orsøk til at fleiri hektarar av búnaðarjørð eru oyðilagdir av eldsbrunum (Mynd: EPA)

Turkur rakar suðurevropeiska landbúnaðin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 09:12

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Landbúnaðurin í Italia og Spania er komin í trupulleikar eftir tvey ár við óvanligum turki. Mett verður, at búnaðarframleiðslan fer at minka við 60 prosentum.

Italski búnaðarfelagsskapurin Coldiretti metir, at turkurin kemur at kosta landsins bóndum yvir eina milliard evrur.

Turkurin í Suðurevropa hóttir við at minka kornframleiðsluna í Italia og pørgum av Spania niður á lægsta støði í minst 20 ár. Eisini framleiðslan av oljuberum og mandlum verður væntandi rakt, skrivar Ritzau.

Castile og Leon, landspartarnir í Spania við størstu kornframleiðslu, verða harðast raktir. Millum 60 og 70 prosent av grøðini er mist.

- Hetta árið er ikki vánaligt. Tað er ein vanlukka. Eg kann ikki minnast eitt ár sum hetta síðan 1992, tá eg var lítið barn, sigur Joaquin Antonio Pino, sum dyrkar korn í Sinlabajos, Avila.

Hann sigur, at akrar hansara ikki verða heystaðir, tí úrtøkan ikki rindar fyri løn til starvsfólkið, sum skal til.

Eisini framleiðslan av oljuberum – oliven – er rakt, og her gongur tað harðast yvir Italia, har minkingin er 60 prosent, skrivar Ritzau.

- Vit hava í ár vatnað planturnar, og tað hava vit ikki roynt fyrr, sigur ein oljuberjabóndi í Umbria. Har rokna tey við, at tey bert klára upp í 50 prosent av vanligu framleiðsluni.

Sambært granskarum, fara hitabylgjur av hesum slag at gerast meira vanligar komandi árini, skrivar Ritzau.