Tvær ákærur móti føroyska skiparanum

Ingi Samuelsen

11.11.2014 - 22:21

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

9. desember skal skiparin á uppsjóvarskipinum Christian í Grótinum, Páll Klein Rasmussen, aftur møta í rættinum í Lerwick í Hetlandi.

Sambært tíðindaheimasíðuni ShetlandNews verður hann ákærdur fyri tvey brot á ES-fyriskipanirnar. Onnur ákæran er um kemiska viðgerð av fiski og hin er um at fiskurin ikki verður frystur beint eftir skiljing.

Christian í Grótinum varð sunnudagin av vaktarskipinum Hitra biðin um at leggja inn í Lerwick fyri at geva Marine Scotland møguleika at kanna veiðina, sum 600 tons av frystum og 300 tons av feskum makreli.

Sambært ShetlandNews hava bæði reiðarin hjá Christian í Grótinum, Eyðun Rasmussen, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður víst á, at føroyska skipið einki ólógligt hevur gjørt.

Eyðun Rasmussen vísir á, at skipið hevur fráboðað á sokallaða ”checkpoint” eins og kravið er, meðan Jacob Vestergaard landsstýrismaður hevur gjørt greitt, at tað ikki er nakað, ið forðar føroyskum skipum at fiska makrel í hetlendskum sjógvi.

Jacob Vestergaard sigur, at til fyri nøkrum vikum síðani hava føroysku makrelskipini fiskað í føroyskum sjógvi, men at tey nú eru farin í ES-sjógv. Føroysk skip vita væl, at tey ikki mugu fiska innan fyri hetlendska 12 fjórðinga markið.

Sum svar upp á ógvusligu ábreiðslurnar frá hetlendska fiskimannafelagnum sigur Jacob Vestergaard seg skilja vreiðina yvir at síggja føroysk skip fiska so nær Hetlandi:

- Vit hava okkara egna fiskivinnupolitikk, meðan hetlendski fiskivinnupolitikkurin verður stýrdur úr Brússel. Vit eru ikki við í ES, tað er høvuðsmunurin millum okkum og tykkum”.

Christian í Grótinum er nú ávegis til Føroya við lastini. Reiðaríið hevur lagt 20.000 pund, umleið 190.000 krónur sum trygd fyri at sleppa at loysa frá landi.

Les eisini: Christian í Grótinum kemur heim