Tvær ferðir 0-0 – Sveits og Kroatia til HM

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 08:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Onki mál kom í teimum báðum play off-dystunum, ið vórðu spældir í gjár. Harvið var úrslitið av fyrstu dystunum avgerandi, og sostatt spældu Sveits og Koratia seg til HM-kappingina í Russlandi í summar.

Sveits hevði vitjan av Norðurírlandi í Basel, har sveitsiska frøin var stór eftir at dysturin endaði 0-0. Norðurírar stríddust mannliga, men tað eydnaðist ikki nøkrum liði at skora á móruta vøllinum.

Sostatt kom Sveits víðari við málinum, teir skoraðu upp á eitt sera ivasamt brotsspark í dystinum í Belfast hóskvøldið.

Eisini í Pireus í Grikkalandi endaði dysturin 0-0. Kroatia hevði vunnið fyrra dystin 4-1, og høvdu sostatt eina trygga leiðalu, og spældu seg uttan hóvasták til HM í Russlandi.

Í dag verður enn ein spennandi play off-dystur. Á San Siro vøllinum í Milano tekur Italia móti Svøríki. Sviar vunnu, nakað óvæntað, fyrra dystin í Stockholm 1-0.