Tvær ferðir Bárður á ting

Niels Petersen

15.09.2015 - 10:46

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Síðan tað bleiv greitt, at formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Jógvan Skorheim valdi borgarstjórasessin í Klaksvík fram um løgtingssessin, bleiv tað samstundis greitt, at triðvaldi á Sjálvstýrislistanum, Bárður Kass Nielsen sleppur at taka sæti á tingi.

Sostatt hava vit eina forvitnisliga støðu á tingi, tí frammanundan er longu ein Bárður Nielsen valdur, tað er Bárður á Steig Nielsen, valdur fyri Sambandsflokkin. 

Tað var annars ein meiriluti í Klaksvíkar Býráð, sum avgjørdi, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim ikki skal hava løgtingssess afturat kommunalu uppgávum sínum. Átta atkvøður vóru móti, meðan tríggjar vóru fyri.

Við sínum 69 atkvøðum, verður Bárður Kass Nielsen sostatt annar maður Sjálvstýrisfloksins á tingi. 

Myndina omanfyri sendu teir báðir, Bárður á Steig Nielsen og Bárður Kass Nielsen út, stutt undan valinum.