Daniel Narcisse, mangan ómøguligur at steðga (Mynd: DR.DK)

Tvær franskar hondbóltslegendur gevast á landsliðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

20.03.2017 - 22:57

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tvær hondbóltslegendur, bæði innan franskan og altjóða hondbólt ætla nú at gevast á landsliðnum. Hetta skrivar Dr.dk.

Sambært L´Equipe og fleiri øðrum fronskum miðlum hava málverjin, Thierry Omayer og bulmikli bakkurin, Daniel Narcisse boðað frá, at teir í næstum fara at gevast á franska landsliðnum.

Sum skilst, vil onkur franskur miðil vera við, at teir spæla EM undankappingardystirnar móti Noregi í mai afturat, og so gevast teir.

Tað er ikki talan um ein og hvønn, sum nú hava ætlanir um at gevast, og saknurin verður ivaleyst stórur í teimum á franska landsliðnum. Men hinvegin, so kunnu teir heldur ikki bara halda fram. Aðrar yngri kreftir mugu sleppa framat, og nú fáa teir møguleikan.

40 ára gamli Omeyer spældi sín fyrsta landsdyst í 1999, og hevur verið við til at vunnið fimm HM gullmerkir, trý EM gull og tvær ferðir OL gull. 37 ára gamli Narcisse byrjaði árið eftir Omayer, og hevur vunnið nærum tað sama sum stinni málverjin. Men HM gullið í 2011 fekk hann tó ikki, tí tá var hann skaddur, og var tí ikki við. Báðir hava eisini megnað at verið kosnir sum heimsins besti hondbóltsleikari.

Hetta eru nakrir av mest vinnandi leikarunum í heiminum, og tað er við ávísum sorgblídni, at man nú skal venja seg við, ikki at síggja teir á vøllinum longur.

Báðir spæla teir í dag á liðnum hjá Paris Saint-Germain, og har hava teir tveir danir sum viðleikarar. Teir eru Mikkel Hansen og Henrik Møllgaard.

Hóast Omayer og Narcisse ætla at gevast á landsliðnum, so eru ongar ætlanir um at gevast í franska høvuðsstaðarfelagnum enn.