Tvær nýggjar: Føroya Bjór minnist stovnara sín



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Leif Láadal

19.02.2014 - 03:04

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Í ár eru 125 ár liðin síðani vinnulívsmaðurin í Klaksvík, Simon Frederik Hansen, vanliga róptur Símun í Vági, fór undir at bryggja føroyskt øl.

Merkisárið verður m.a. hátíðarhildið við eini øl, sum ber navnið hjá stovnaranum, S.F. Hansen, men millum mannað skal eita “125”. Eisini er ein nýggj dósaøl komin á marknaðin í sambandi við 125 ára dagin. Tann ølin hevur fingið heitið 1888, og er fyrsta føroyska ½ litur dósaøl.

LÆRDI TIL BAKARA

Símun í Vági fór í 1883 til Danmarkar at læra til bakara. Har lærdi hann eisini at bryggja øl. Fimm ár seinni, í 1888, fór hann undir egna ølfyritøku. Bryggingin fór fram í kjallaranum á Fornagørðum í Klaksvík, har fyrsta ølin frá Føroya Bjór varð veruleiki.

FØROYSK BYGG

Ølin 125, til minnis um Simon Frederik Hansen, er bryggjað við føroyskum vatni, malti og bayerskari humlu við tilsettum føroyskum uppruna byggi, Sigurð og Tampar. Hon er “pilsnara-styrki”.

1888 er ein ljós øl við “gull-styrki”.