Edradour og Glenlivet gassleiðirnar eru nú knýttar í høvuðs gassleiðingina frá gassmiðdeplinum Laggan Tormore eystan fyri føroyska markið. Henda gongur til Sullom Voe í Hetlandi.

Tvær nýggjar gasskeldur byrja framleiðslu eystan fyri føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

31.08.2017 - 10:12

Oljan >

Nýtt olju- og gassvirksemi á Atlantsmótinum er vorðið alt meira vanligt seinastu árini – í kjalarvørrinum á nýggjum fundum í ymsum pørtum av hesum stóra økinum millum Hetland og Føroyar. Franski olju- og gassrisin TOTAL kunnger nú, at tvær nýggjar gasskeldur millum Hetland og Føroyar eru farnar undir framleiðslu. Talan er um Edradour og Glenlivet, sum liggja millum Hetland og føroyska markið og ikki so langt frá stóra gassframleiðslustaðnum kent undir heitinum ”Laggan Tormore”. Tað var fyrsta veruliga miðvísa gassframleiðslan, sum byrjaði á Atlantsmótinum í februar í ár. Gassið verður flutt umvegis eina leiðing á havbotninum til gassverkið í Sullom Voe í Hetlandi. Við teimum báðum keldunum Edradour og Glenlivet, sum nú eru knýttar í gassleiðingina frá Laggan Tormore, verður samlaða gassframleiðslan tað, sum svarar til 56.000 tunnur av olju um dagin.

Hjá Total eru tey sera nøgd við gongdina í útbyggingini, sum er liðug væl áðrenn tíðina og kostar 30% minni enn mett. Arnaud Breuillac, forseti fyri leiting og framleiðslu hjá felagnum sigur, at tey er sera fegin um at hava fingið tvey nýggj gassfelt í framleiðslu, og hetta prógvar, at Total livir upp til vónirnar, sum myndugleikar hava til Norðsjógvin.

Edradour og Glenlivet liggja á 300 til 450 metrar dýpi og er íbindingin í høvuðs gassleiðingina frá Laggan Tormore umleið 35 kilometrar tilsamans. Gassleiðingin til lands er 143 km long. Tá gassið er liðugt viðgjørt á Shetland Gas Plant í Sullom Voe, fer tað víðari til meginlandið umvegis Shetland Island Regional Gas Export System (SIRGE) og FUKA rørleiðingina. Gassið fer síðani út á marknaðin í Stórabretlandi.

Total stendur fyri 60% av nýggju framleiðsluni, meðan Dong og SSE standa fyri 20% hvør. Dong verður selt til sveisiska felagið Ineos um stutta tíð.

Total er eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á Atlantsmótinum. Tað hevur nógv leitiloyvi í økinum rundan um Laggan Tormore og eisini tætt við føroyska markið. Felagið stóð herfyri fyri eini umfevnandi seismiskari verkætlan nær føroyska markinum. Tað var í tí sambandi, at heimsins størsta seismikkskip, Ramform Titan kom á Fuglafjørð. Total hevur verið virkið í økinum í skjótt 50 ár.