(Kvf.fo)

Tvær perlur frá Adriani Justinussen

Sverri Egholm

13.05.2018 - 20:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvey fríspark uttanfyri brotsteigin hjá Víkingi. Tað var alt, sum Adrian Justinussen hevði brúk fyri, og við tí tryggjaði hann HB sín sjeynda sigur á rað.

Hesaferð 2-1 móti meistarunum úr Víkingi.

Adrian Justinussen er 19 ár, og er ein av ungu leikarunum á HB-liðnum, sum er uppvaksin í felagnum. Í ár hevur hann veruliga sligið ígjøgnum við sínum fríspørkum.

Kringvarpið stroymdi dystin í Sarpugerði í dag.

Síggj perlurnar her


Støðan eftir 10. umfar:
1. HB (25 stig)
2. KÍ (20 stig)
3. B36 (19 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. NSÍ (17 stig)
6. Skála (11 stig)
7. EB/Streymur (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (10 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)