Kári Johansen, arbeiðsmaður. Mynd: Sverri Egholm

- Tveir bólkar av fólki sum søkka aftur út í Havnini

Jens Hákun Leo

01.05.2017 - 16:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað eru tveir bólkar av fólki, sum søkka aftur út í Havnini.

Hetta sló Kári Johansen, arbeiðsmaður, fast, tá ið Havnar Arbeiðarafelag í dag skipaði fyri 1. mai dagshaldi á Vaglinum í Havn.

Hann vísti í hesum sambandi á tey ófaklærdu og ungar barnafamiljur.

Viðvíkjandi teim ófaklærdu vísti hann á, at gjógvin ímillum tey ófaklærdu og aðrar samfelagsbólkar er alsamt vaksandi, og at ófakærd fáa einans somu prosentvísu lønarhækking sum aðrir samfelagsbólkar. Ráðini hjá verkafólki gerast verri og verri, helt hann í viðfangi fyri.

Hann skjeyt hesum viðvíkjandi upp, at regulerað verður við afturvirkandi kraft, og at lønarhækkingar framyvir verða gjørdar upp í krónum og oyrum heldur enn prosentum.

Viðvíkjandi ungum barnafamiljum helt hann fyri, at tað er trupult hjá teimum at seta búgv sum ein fylgja av støðuni á bústaðarmarknaðinum, og at støðan á hesum øki er vanlukkulig. Hann fanst at tí almennu bústaðarbygging, sum er fingin frá hondum, men sum ikki kemur teim lágløntu til góðar.

Kári Johansen er sonur Karl Johansen, sum var formaður hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár.

Kári Johansen var tann síðsti røðarin av trimum, sum tók orðið á 1. mai dagshaldinum í dag. Hinir báðir røðararnir vóru Jørleif Kúrberg, ferðaleiðari, og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.

Heilt fitt av fólki vóru komin saman til høvið í dag.