Jose Mourinho, venjari hjá Manchester United (Mynd:EPA)

Tveir dystir í Premier League í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.04.2018 - 09:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir dystir eru á skránni í ensku Premier League-kappingini í fótbólti í dag. Klokkan 13:30 tekur Newcastle United móti Arsenal. Newcastle er nummar 10 við 38 stigum, og Arsenal er nummar seks við 54 stigum. Teoretiskt ber tað framvegis til hjá Arsenal at koma millum fýra tey bestu liðini, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár, men tað eru 13 stig ímillum Arsenal og Tottenham, sum er nummar fýra.

Klokkan 16:00 spæla Manchester United og West Bromwich Albion. Manchester United er nummar tvey við 71 stigum. Um Manchester United vinnur í dag, er framvegis langt upp til oddaliðið Manchester City, sum hevur 87 stig, men Liverpool á triðja plássi hevur 70 stig, so tað ræður um hjá Manchester United at vinna dystin. Liverpool hevur spælt 34 dystir, og Manchester United spælir sín 33. í dag.