Tveir føroyskir luttakarar við í Danmark har Talent

Sverri Egholm

02.01.2015 - 17:52

Mentan >

Sjónvarpskappingin “Danmark har Talent” verður í hesum døgum send á TV2, og higartil hava tveir føroyingar luttikið.

Í fyrstu sendingini var tað 19 ára gamli hálvi føroyingurin Sigmund, sum luttók við dansi og kom víðari.

Í næstu sendingini, sum varð send á TV2 týsdagin, var tað Jórunn Gudmundsen, sum luttók við sangi og dómararnir sendu hana eisini víðari.

Fyrsta sendingin varð send mánadagin og tann næsta var týsdagin. Í morgin verður triðja sendingin av “Danmark har Talent” send á TV2 og framyvir verður sendingin á skránni hvønn leygardag.

Síggj framførsluna hjá Sigmundi við at trýsta á myndina niðanfyri: