(Mynd: Politiken)

Tveir leiðarar í Danmarks Radio eru fyribils loystir úr starvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.11.2017 - 16:54

Tíðindi > Danmark

Tveir leiðarar í danska public service stovninum, Danmarks Radio, eru fyribils loystir úr starvi. Ein teirra skal hava víst ósømiligan atburð, sigur eb.dk

Tann eini leiðarin sigst at hava víst sera ósømiligan atburð mótvegis starvsnæmingum. Hesin leiðarin er loystur úr starvi í óvissa tíð.

Hin leiðarin er eisini fyribils loystur úr starvi fyri sína rollu í sama máli, men hesin skal tó ikki hava víst ósømiligan atburð.