Frá vinstru: Jákup Dal Wardum, Hilmar Joensen, Ebba Sofía Kruse, Maj-Britt W.H. Jacobsen, Aðalbjørg Linklett og Noomi Reinert

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

13.03.2018 - 20:12

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Á aðalfundi 10. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í Meginfelag Áhugaleikarafelag Føroya. 

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali - Noomi Reinert og Rúna Mortensen stillaðu báðar upp aftur, meðan Beinta Flóvinsdóttir ikki stillaði upp aftur. 

Noomi Reinert, sum hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir. Jákup Dal Wardum úr Havnar Sjónleikarafelag og AnnaMari Jóhannesen úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag. 

Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:
Noomi Reinert, forkvinna
Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna:
Hilmar Joensen, kassameistari
Jákup Dal Wardum
AnnMari Jóhannesen

Varalimir: Maj-Britt W.H. Jacobsen og Aðalbjørg Linklett