Tveir persónar handtiknir fyri innbrot á Teldutænastuna

Sverri Egholm

22.11.2014 - 18:17

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Løgreglan heitti í gjár á fólk um at boða teimum frá, um tey kendu nakað til ryggsekkin, sum var funnin í samband við innbrot sum hevði verið í Teldutænastuni síðstu nátt. Eisini almannakunngjørdi Løgreglan vakmyndir.

Kringvarpið veit í dag, at Løgreglan hevur handtikið tveir persónar í samband við innbrotið á Teldutænastuna.

Annar persónurin hevur verið til avhoyringar og hevur játtað seg sekan og hin persónurin skal avhoyrast í dag.

Av løgreglustøðini hevur sagt, at tey funnu onkrar lutir frá innbrotinum í samband við handtøkuna í dag.

Sí eisini: Video: Her sært tú innbrotið í Teldutænastuni

Les eisini: Løgreglan biður um hjálp