Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík, saman við Daniel Patrzalek Hansen (t.v.) og Magnus Winterskov Møller (t.h.)

Tveir ungir danir til Giza Hoyvík

Ingi Samuelsen

15.02.2017 - 17:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fótbóltsfelagið Giza Hoyvík, sum spælir í næstbestu fótbóltsdeildini, heldur áfram við at brynja seg til fótbóltsárið.

Í gjárkvøldið kundi felagið boðað frá, at fyrrverandi B36-spælarin Hanus Thorleifsson spælir við Giza Hoyvík í ár. Og í dag kann felagið so boða frá, at tey hava gjørt eitt árs sáttmálar við tveir ungar, evnaríkar danskar fótbóltsspælarar, 19 ára gamla Daniel Patrzalek Hansen og 20 ára gamla Magnus Winterskov Møller.

Felagið skrivar á Facebookvanganum, at teir báðir hava síðstu tíðina spælt við Christiansfeld IF í Jyllandsseriuni. Teir eru annars skúlaðir í superligafelagnum SønderjyskE.

Teir báðir vóru í Føroyum til royndarvenjing í januar mánaði, og venjaratoymið var somikið væl nøkt, at teir fingu møguleika at koma aftur.

- Eg havi valt Giza Hoyvík fyri at koma eitt stig longur upp á yrkisleiðini. Eg vil royna nýggja avbjóðing og gleði meg til kappingin byrjar og at lata meg í blusuna. Vit skulu kempa við í oddinum, og tað vil eg brúka alla mína orku uppá, sigur verjuleikarin Daniel Patrzalek Hansen.

Magnus Winterskov Møller, sum er meira álopsinnaður, sigur:

- Eg eri komin til Føroyar fyri at fáa eina øðrvísi fótbóltsuppliving og ikki minst avbjóðing. Eg havi bara hoyrt gott um Giza Hoyvík, og felagið sær spennandi út og er sum skilst í rúkandi menning. Eg vóni at eg kann vinna mær pláss á liðnum, og at eg kann vera við at hjálpa felagnum nærri oddinum.