Tveir úrmælingar í Spaniastovu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

15.05.2017 - 15:54

Mentan > Mentan > Konsertir

Tveir úrmælingar - umboðandi tvey ættarlig – syngja og spæla í Spaniastovu, tá konsert veerður við Kára P. og Benjamin leygarkvøldið.

Kári P hevur í fleiri ártíggju verið ein av mest virdu yrkjarum í Føroyum. Og sum tann fyrsti listamaður fekk Kári P í 1995 Virðisløn M. A. Jacobsens fyri LP’irnar “Vælferðarvísur” , 1978 og “Hinumegin Ringvegin”, 1991. Í 2010 fekk Kári P Mentanarvirðisløn Landsins.
Fleiri av yrkingum hansara eru fólkaogn, og munnu ”Súrligar nætur í Keypmannahavn” og ”Kalli katt” verða millum teir best umtóktu sangunum.

Hóast ungur hevur Benjamin í fleiri ár verið viðurkendur, sum ein av Føroya bestu tónleikarum. Hann hevur eisini fingið góða umtalu í útlondum.
Benjamin hevur frá 2008-20015 givið út fløgurnar: ”Benjamin”, 2008, ”Ghost With Skin”, 2011, ”AVE”, 2014, og ”Parfume Variations”, 2015.

Á FMA 2015 var Benjamin tilnevndur til Ársins nýggi bólkur/ Einstaklingur, Ársins útgáva innan Rokk/Popp bólkur, Ársins Bólkur/ Einstaklingur og ”Øskuhav” ársins tekstur.