(Mynd: Jens Kr. Vang)

Tvey ár síðan Føroyar fóru í svart

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 12:30

Tíðindi >

Í dag, 20. mars, eru júst tvey ár síðan, at vit upplivdu eina fulla sólarmyrking í Føroyum.

Nógv varð gjørt burturúr, ferðafólk í túsundatali komu higar til lands fyri at uppliva hendingina, og løtuna, ið sólarmyrkingin vardi, fór landið alt í svart. So at siga allir landsins íbúgvar eyguni uppmóti sólini við serligum brillum á nøsini fyri ikki at skaða sjónina.

Tó ikki limirnir í rokkbólkinum Hamferð, sum vendu nasarnar móti upptøkutólinum, og tóku upp eitt sjónbandalag meðan sólin slóknaði, sum fekk stórt uppmerksemi kring allan heim.

Á temanum fyri sólarmyrkingina ber til at leita fram greinarnar frá tíðini kring sólarmyrkingina og uppliva tær nógvu góðu myndirnar, sum vórðu tiknar í hesum sambandi.

Til dømis myndirnar hjá myndamanni okkara Jens Kr. Vang