Jóanis Nielsen og konan Andrea Nielsen saman við soninum Jóanisi Albert Nielsen. Myndin er frá oyggjaleikunum á Jersey í summar, har jn.fo eisini var til staðar. Mynd: Jn.fo

Tvey ár síðani jn.fo byrjaði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.07.2015 - 13:20

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Í 2004 byrjaði Jóanis Nielsen í Sandavági heimasíðuna joanisnielsen.fo, men í 2013 var farið undir samstarv við Knassar um nýggja tíðindasíðu.

Navnið bleiv passaliga broytt til jn.fo, og 13. juli 2013 var síðan fyri fyrstu ferð opin fyri almenninginum.

Talið av vitjandi økist støðugt og síðan hevur nú hálað seg upp á umleið 10.000 hvørja viku.

Jn.fo hevur nógv spennandi tilfar at bjóða og serliga verður skrivað nógv um seyð, fiskiskap og ítrótt. Síðani 2013 eru fleiri enn 9300 greinastubbar lagdir út.

Tað eru Jóanis Nielsen og sonurin Jóanis Albert Nielsen, sum dagliga skriva fyri síðuna.

Vitja jn.fo her