Jóan Símun Edmundsson (Mynd: Bold.dk)

Tvey mál og gult kort til Jóan Símun í OB sigri í kvøld

Niels Petersen

06.03.2017 - 22:53

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Jóan Símun Edmundsson er í fyrimyndarligum formi í løtuni. Hann skorar fleiri mál, og er veruliga ein lyklaleikari á einum spennandi OB liði. Í kvøld spældi liðið hjá Jóan Símuni móti AaB, og teir úr Odense vunnu greitt 4-0. Tað sum er serliga stuttligt hjá okkum føroyingum er, at Jóan Símun skoraði tvey av málunum.

Tá ein leikari skorar tvey mál, og sostatt er við til at vinna liðnum dystin, so ger tað minni, at hann eisini fær eitt gult kort. Sovorið kemur fyri, og kanska serliga hjá álopsleikarum, sum arbeiða nógv defensivt, umframt at røkja álopsskyldurnar. Jóan Símun er ein slíkur leikari, og tað ger hann eisini gullverdan fyri føroyska landsliðið.

 

OB er ikki so væl plaserað á stigatalvuni, og tískil kom sigurin serliga væl við.

Jóan Símun var, sum sagt ein avgerandi faktorur, og málini fullu í 63. og 81. minutti, tá hann økti til ávíkavist 2-0 og 4-0. Gula kortið fekk Jóan Símun fyri at steðga einum AaB álopi, og sovorið má man onkuntíð bara taka á seg. Man ofrar seg fyri liðið, og tað dugir Jóan Símun ógvuliga væl.