Mynd frá Premier League dystinum millum Southampton og Liverpool

Tvey skaðarakt lið møtast í seinnu hálvfinaluni

Niels Petersen

11.01.2017 - 19:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá Southampton og Liverpool bresta saman í fyrru hálvfinaluni teirra millum í EFL Cup, sum er tann lítla enska steypakappingin, tá verður tað uttan stóra og sterka verjuleikaran, Jose Fonte. Portugisin hevur biðið um at verða seldur til annað felag, og tí hevur venjarin, Claude Puel valt at halda Fonte uttanfyri.

Southampton manglar fleiri leikarar til dystin í kvøld vegna skaða, og tí er tað sera óheppið, at liðskipari teirra, Jose Fonte ikki so væl tímur at spæla fyri felagið. So hatturin má takast av fyri venjaranum, sum ikki finnur seg í slíkum atburði, og setur Fonte uttanfyri í staðin.

Hjá Liverpool hevur støðan eisini verið syndarlig, hvat skaðum viðvíkur. Philippe Coutinho hevur verið longi skaddur, Joel Matip í verjuni hevur eisini havt nakrar snuddir at drigist við, og so er tað afturvendandi søgan við Daniel Sturridge. Men seinastu vikuna er tað byrjað at sæð frægari út við skaðum í Liverpool. EIsini er ungi bakkurin, Joe Gomez komin fyri seg, eftir drúgvan skaða.

Coutinho hevur vant fýra ferðir seinastu vikuna, og Matip er við at gerast klárur eisini. Sturridge er, ja haldið tykkum fast, aftur klárur til at byrja, so tað er við at vera har hjá Liverpool. Nakrir langtíðarskaðar arga tó enn, og tí hevði kanska verið skilagott at keypt onkran styrk í januar flytingarglugganum. Hetta er galdandi fyri bæði liðini.

Fyrra hálvfinalan verður spæld í Southampton, og spennandi verður at fylgja teimum.

Dysturin byrjar klokkan 19:45.