Issehoved (Mynd: Sverri Egholm)

Tvíkiljan í sigling í morgin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.05.2018 - 22:55

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Nú Teistin fer á beding næstu tríggjar vikurnar verður tað Ternan, sum fer at røkja Sandoyarleiðina. Tvíkiljan Issehoved, sum Strandferðslan hevur leigað úr Danmark, fer tí at røkja Hest- og Nólsoyarleiðina í tíðarskeiðinum.

Farmatúrar til Hestoynna týs- og hósdag fyrrapart røkir Ternan. Farmatúrar til Nólsoynna týs- og hósdag fyrrapart røkir Sam, sigur Strandferðslan.

Bíleggingarskipanini á Sandoyarleiðini er óvirkin meðan ternan røkir leiðina.