Bjarni Hammer, løgtingsmaður og varaborgastjóri á Tvøroyri

Tvøramenn forða fyri uppboðssølu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

15.12.2015 - 10:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað er enn óvist, um ætlaða uppskotið hjá samgonguni um uppboðssølu av einum parti av fiskakvotunum, yvirhøvur verður lagt fyri tingið í ár. Hetta er ein smeitur fyri samgonguna, tí inntøkurnar frá eini uppboðssølu er ein partur av grundarlagnum fyri fíggjarlógini.

Tað eru teir báðir javnaðartinglimirnir av Tvøroyri, Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Bjarni Hammer, varaborgarstjóri, sum seta seg ímóti ætlanini um uppboðssøla.

Ætlanin var annars, at Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, skuldi leggja uppskotið fram fríggjadagin. Síðan varð framløgan útsett til í gjár og aftur til í dag.

Fyrrpartin heldur tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum fund á Gamla Apoteki um støðuna, sum er uppstaðin. Tingfundurin í dag verður ætlandi settur klokan 13.30