Mynd: Bold.dk

Tvørámenn í FC Svendborg - spurdu um teir kundu sleppa at venja við


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 17:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

25 ára gamli tvørámaðurin Hanus Mortensen og 22 ára gamli tvørámaðurin Heini Mikal Mortensen, sum hesi farnu árini hava spælt fleiri dystir á besta liðnum hjá TB, eru nú byrjaðir at venja við danska 2. deildarfelagnum FC Svendborg. 

Hetta veit Bold.dk at siga í dag.  

Bold.dk vísir herundir á, at hetta hendir, eftir at teir nýliga eru byrjaðir á sjómansskúlanum í Svendborg á Fjóni, og eftir at teir í hesum sambandi hava vent sær til venjaran hjá danska 2.deildarliðnum, FC Svendborg, og spurt, um teir kunnu sleppa at venja við felagnum.

Hesa áheitan teirra hevur Jesper Jensen, venjarin hjá FC Svendborg, gingið teimum á møti, og hava teir hesar síðstu tvær vikurnar vant við felagnum.

Ringdu sjálvir og spurdu um teir kundu sleppa at venja við
FC Svendborg hevur í vetur mist eina røð av leikarum, men tá ið teir nú fingu hendan styrkin av Tvøroyri, var tað ikki tí, at venjarin hjá felagnum sjálvur hevði fingið fatur á Hanusi og Heina Mikal.

- Tað var ein fyrispurningur, sum kom av bláum himli. Tann eini av teimum ringdi til mín og spurdi, um teir kundu sleppa at venja við okkum, tí at teir skuldu byrja á sjómansskúlanum í Svendborg, sigur Jesper Jensen í hesum sambandi við Bold.dk.

Víðari heldur hann fyri, at...

- Eg bjóðaði teimum at koma framvið, og hava teir síðan vant við okkum. Teir hava báðir spælt í tí bestu deildini í Føroyum, og teir síggja út til at vera spennandi leikarar. Tann eini spælir mitt á miðjuni, meðan hin spælir á høgra bakki.

Jesper Jensen er jaligur mótvegis teimum báðum og vísir í hesum viðfangi á yvirfyri Bold.dk, at Hanus og Heini Mikal eru vanir við at venja fýra ferðir um vikuna og at spæla dyst í vikuskiftunum, so at teir ”piber ikke”, sum hann málber seg.

- Teir koyra á, og eg haldi heilt víst, at hetta eru leikarar, sum vit kunnu fáa nyttu burturúr, sigur Jesper Jensen at enda við Bold.dk.