(Mynd: TBF)

Tvøroyrar Borðtennisfelag vann nógv í vetur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

07.04.2016 - 18:35

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis
Tvøroyrar Borðtennisfelag er eitt av størstu borðtennisfeløgunum í landinum, um ikki tað størsta. Felagið hevur klárað seg stak væl í kappingunum í vetur, og í gjár var myndatøka av teimum røsku leikarunum og øllum steypunum tey hava vunnið. Formaðurin er eisini bjartskygdur.

Kaj Roest, sum er formaður í Tvøroyrar Borðtennisfelag letur sera væl at úrslitunum í ár, og gleðist yvir at tey ungu longu eru so røsk. Kaj vann sjálvur nógv heiðursmerkir sum ungdómsleikari.

- Vit royna at menna tey ungu til komandi føroyameistarar, og tað gleðir meg at síggja hvussu skjótt hesi ungu í felagnum menna seg, sigur Kaj Roest og leggur afturat, at tað er av stórum týdningi, at hava eldri leikarar sum javnan kappast heilt har frammi í oddinum.

25 aktivir limir eru í felagnum, og hevur luttakaratalið ligið har um í fleiri ár. Men sum Kaj eisini greiðir frá, so hevði felagið heili 60 leikarar afturi í 90-unum. At náa uppá sama luttakaratal kann náast, men tað verður ikki lætt.

Gongdin í ár hevur verið framúr góð, og nærum allir aldursbólkar hava vunnið heiðursmerkir. Harafturat vann Anna Mikkjalsdóttir FM hjá kvinnum og Fróði Fríðason Jensen luttók í mansfinaluni, men mátti lúta fyri Halluri Thorsteinsson.

Kaj Roest og Anna Mikkjalsdóttur taka sær av dagligu venjingini hjá TBF, og harvið eru børnini í góðum hondum.