Tvøroyri: Arbeiðsóhapp spældi væl av



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

02.09.2013 - 07:15

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Tað var ikki bara Varðin Pelagic, sum fekk skaða, tá Green Karmøy skuldi leggja at bryggju á Tvøroyri í kvøld.


Fyrst tók ein hvirla skipið, so tað bar við virkið, síðan fekk ein maður skaða, tá hann varð raktur av einum trossa, sum slitnaði, tá skipið fyri aðru royndi at leggja at bryggju.

Tað váttar løgreglan í Havn fyri Portal.fo í kvøld.

- Tað gekk illa í hond hjá teimum, og vildi illa til kundi tað gingið heilt galið, men tíbetur spældi tað rættiliga væl av, sigur vakthavandi á støðini.

Maðurin, sum varð raktur, var slongdur einar 20 metrar eftir bryggjuni.

- Har var alt apparatið sett í gongd, løgregla og sjúkrabilur, og maðurin var fluttur á sjúkrahúsið alt fyri eitt, sigur vakthavandi.

Hóast illgruni var um tað ringasta, vístu kanningar á sjúkrahúsinum, at einki var brotið, men hann hevði tó fingið heilaskjálvta, og er tí innlagdur.

- Sum vit skilja, verður hann sendur til Havnar til fleiri kanningar í morgin, men sum støðan er nú, kunnu vit fegnast um, at tað ikki spældi verri av, sigur vakthavandi á støðini í Havn við Portal.fo.

Mynd: Leivur Nygaard
Myndarøð: Marco Steinkross



Myndafrásøgnir - Green Karmøy rak á Varðin Pelagic 01.09.2013 Myndir: Marco Steinkross