Mynd: TV2.dk

Tykisskrímslini venda aftur - Pokémon Go við 80 nýggjum pokémons


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

17.02.2017 - 11:25

Mentan >

Fyritøkan handan vælumtókta spælið Pokémon Go, Niantic, hevur nú dagført servararnar og latið upp fyri fleiri enn 80 nýggjum pokémons.

Hetta veit millum annað TV2 at siga í dag.

Fartelefonspælið Pokémon Go, sum gjørdist heimskent í summar í fjør, og sum higartil hevur havt ein umsetning uppá gott og væl sjey milliardir krónur, hevur sostatt fingið sær eitt týdningarmikið grundarlag til vega, sum kann gera, at spælið varðveitir sín status sum eitt av heimsins best umtóktu nakrantíð.

Umframt omanfyrinevnda, sum er tann fyrsta stóra dagføringin, sum fyritøkan hevur framt, síðan spælið kom út í fjør, eru eisini aðrar smærri broytingar framdar.

Tað er ókeypis at fáa sær spælið á fartelefonina, men kann harumframt ein fáa sær eyka amboð til vega fyri ein minni bíligan penga, so at ein kann klára seg so væl sum gjørligt í spælinum.

Spælið gongur í stuttum út uppá, at ein skal royna at fanga tykisskrímsl (virtual monsters á enskum, red), sum goyma seg úti í náttúruni. Tað til at fáa sær tað í einum stórum parti av heiminum – tó ikki í Kina, Russlandi og fleiri londum í Asia og Miðeystri.

Seinastu londini, sum hava gjørt tað møguligt hjá fólkum at fáa sær Pokémon Go, eru India og Suður Korea.